Børn í bili

Øll skulu vera íbundin                                                                                     

Ferðslulógin ásetir, at øll í bilinum skulu vera íbundin.  Bilførarin hevur ábyrgd av, at børn undir 15 ár eru rætt íbundin. Børn undir 135 cm skulu vera íbundin í góðkendari trygdarútgerð, sum hóskar til vekt og hædd.

                                                                                                                                      

Klipp í koyrikortið

Tað kostar eitt klipp í koyrikortið, um

  • børn undir 15 ár ikki eru íbundin

  • børn undir 135 cm ikki eru íbundin í góðkendari trygdarútgerð, sum hóskar til vekt og hædd.

 

Børn undir 3 ár mugu als ikki vera í bili, um trygdarútgerð, tillagað til vekt og hædd, ikki er í bilinum.

 

Tilráðingar

Pinkustólur: 0-13 kg (uml. 0-1 ár)

Barnastólur: 9-18 kg (uml. 9 mðr.-4 ár)

Bilpúta við stólabaki: 15-36 kg (úr uml. 4 árum)

Vaksin skulu sjálvsagt eisini altíð sita íbundin.