Bakvendur bilstólur

Bakvendur bilstólur veitir barninum bestu trygdina. Tí eiga børn at sita í bakvendum bilstóli sum longst, og helst til tey eru 4 ár.

Kanningar vísa, at hjá smábørnum er tryggast at sita í bakvendum bilstóli. Smábørn hava lutfalsliga stórt og tungt høvd í mun til restina av kroppinum (Uml. 25 % í mun til 16 % hjá einum 6 ára gomlum (kelda: Trygg Trafikk). Samstundis eru vøddar og beinagrind minni ment enn hjá størri børnum og vaksnum.

 

Í bakvendum bilstóli

Tá ið barnið situr í bakvendum bilstóli, verða kroppurin og høvdið trýst ímóti stólabakinum í einum frontalum samanstoyti. Megin frá samanstoytinum verður javnað út á ein størri flata, so trýstið verður minni. Høvd og nakki fáa lítlan og ongan baksláttur.

 

Í framvendum bilstóli

Tá ið barnið situr í framvendum bilstóli, verður rørslan í nakka og høvdi stór í frontalum samanstoyti, tí høvdið verður slongt fram, samstundis sum trygdarbeltið heldur kroppinum føstum í bilstólinum. Nakkavøddarnir kunnu verða toygdir so mikið, at tað hevur varandi mein við sær. Barnið fær eisini ein harðan baksláttur við nýggjum trýsti á nakka og høvd.

 

Talvan niðanfyri vísir, hvørja skaðafyribyrgjandi ávirkan ymsu loysnirnar við trygdarbelti hava sammett við at sita óbundin (kelda: Trygg Trafikk).

 

Ávirkan við ymsum trygdarskipanum  
Bakvendur bilstólur 90-95 %
Framvendur bilstólur/bilpúta 50-60 %
Trygdarbelti (einsamalt) hjá børnum undir 10 ár 20-30 %
Trygdarbelti hjá vaksnum 50-60 %

 

Kopla stoytkoddan* frá

Tað er ólógligt og lívshættisligt at hava ein bakvendan bilstól við ein virknan stoytkodda. Tí skal stoytkoddin altíð vera koplaður frá, um ein bakvendur bilstólur stendur á einum setri við stoytkodda. Kann stoytkoddin ikki koplast frá, skal bakvendi bilstólurin á baksetrið.

 

* stoytkoddi = airbag