Bilpúta við stólabaki - 15-36 kg (úr 4 árum)

Í 3-4 ára aldri eru børn flest vaksin úr barnastólinum, og tá er tíð at skifta til bilpútu við stólabaki. Bilpútan er ein hørð púta, sum lyftir barnið upp, soleiðis at trygdarbeltið liggur rætt um herðarnar og um mjadnarnar. Stólabakið verjir høvdið á barninum sum ein nakkastuðul og stuðlar høvdinum væl, um barnið sovnar. Stólabakið gevur harumframt síðuvernd.

 

Brúka bilpútu við stólabaki, til barnið er í minsta lagi 135 cm. Tá hevur barnið loyvi at nýta vanligt trygdarbelti, men mælt verður til at halda fram at nýta bilpútu, til barnið er 150 cm høgt ella vigar 36 kg, um barnið situr betur á bilpútu enn uttan.

 

Hygg at filmi um trygga íbinding av børnum uml. 4-10 ár.

 

Bilpúta bert í trípunktsbelti

Bilpúta kann bert nýtast á setri við vanligum trygdarbelti (trípunktsbelti). Tað er ólógligt at nýta bilpútu saman við mjadnabelti (tveypunktsbelti).

 

Bilpútur eru eisini at fáa við isofix-festi. Hevur bilurin isofix-festi, verður mælt til at nýta eina isofix-bilpútu.

 

Tilráðingar

Trygdarbeltið skal vera stramt og liggja gjøgnum beltistýrið við økslina og undir smáu ørmunum á bilpútuni, sum halda trygdarbeltinum niður móti mjadnunum. Liggur trygdarbeltið tvørtur um búkin, er vandi fyri álvarsligum skaða á gøgn.