Pinkustólur - 0-13 kg (0-1 ár)

Bakvendur pinkustólur er tryggasta loysnin. Við bakvendum pinkustóli minkar vandin munandi fyri skaða á háls og nakka á barninum, um bilurin er fyri frontalum samanstoyti.

 

Stødd og vekt

Pinkustólur kann brúkast, frá barnið er nýføtt. Les nýtsluvegleiðingina gjølla fyri at tryggja tær, at bæði barn og pinkustólur eru rætt spent. Barnið er vaksið úr pinkustólinum, tá høvdið kemur upp um kantin á stólinum, ella tá barnið vigar meira enn hámarkið, sum er merkt á stólinum. Hetta er vanliga, tá barnið er millum 8 og 13 mánaðir.

 

Isofix

Pinkustólurin kann spennast fastur við isofix-festi ella við trygdarbeltinum. Hevur bilurin isofix-festi, verður mælt til at nýta isofix-pinkustól, tí vandin fyri skeivari ísetan er minni.

 

Boxetta ella lyftnet

Tvær aðrar góðkendar loysnir eru til at flyta pinkubørn í bili: Boxettan er eitt slag av pinkubarnalyft við beltum, og lyftnet er til at spenna lyftina fasta. Hvørgin teirra er eins trygg og pinkustólurin, m.a. tí at barnið liggur tvørt av ferðslukósini. Tí verður mælt til einans at nýta hesar loysnir til børn við serligum tørvi, sum ger, at tey ikki kunnu nýta pinkustól. T.d. børn, sum eru fødd ov tíðliga. Tosa við læknan ella heilsusystrina, um tú ivast.

 

Stoytkoddin* skal vera óvirkin

Set ongantíð pinkubørn framman fyri ein virknan stoytkodda. Tað er ólógligt og kann vera lívshættisligt.

 

Tilráðingar

Keyp bert góðkenda útgerð og vel ein handil, har tú fært serkøna ráðgeving. Tak barn og bil við, so handilsfólkið kann vísa tær, hvussu útgerðin skal nýtast.

 

* stoytkoddi = airbag