i-Size

Hin 1. okt. 2013 varð nýggj góðkenning av bilstólum sett í gildi í Danmark. Nýggja góðkenningin, i-Size, virkar saman við verandi góðkenningum. Bilstólar við góðkenningunum, ECE 44-03 og ECE 44-04, fáast tó framvegis til keyps og eru heilt lógligir. Neyðugt er einamest at geva sær far um i-Size-bilstólar, um tú júst hevur keypt ella ætlar at keypa nýggjan bil. Tá kann vera skilagott at kanna, um isofix-festini í bilinum kunnu nýtast til i-Size. Allir bilstólar við i-Size-góðkenning hóska til øll bilsetur við i-Size-góðkenning.

 

Hvat er i-Size?

i-Size er ein nýggjur standardur til góðkenning av trygdarútgerð til børn í bilum. Góðkenningin umfatar bert bilstólar við isofix-festum. Við i-Size-góðkenning er bøtt um trygdina hjá børnum í bilum:

  • Minni vandi fyri skeivari ísetan orsakað av isofix-festum
  • Børnini skulu sita í bakvendum bilstóli, til tey eru í minsta lagi 15 mánaðir
  • Bilstólurin stendur seg væl í royndum við samanstoyti frá síðuni. Tað merkir, at høvdið á barninum er betri vart
  • Allir bilstólar við i-Size-góðkenning hóska til øll bilsetur við i-Size-góðkenning

 

Enn eru ikki so nógvir i-Size-bilstólar at fáa, men tað fer at koma, so hvørt fleiri nýggir bilar koma á marknaðin, og framleiðarar fáa góðkent fleiri bilstólar út frá nýggja standardinum. Enn ber til at keypa og nýta bilstólar við ECE 44-03 og ECE 44-04. Ætlanin er tó, at i-Size, sum frálíður, skal loysa verandi góðkenning av, men tað fer at taka nógv ár.