Spurt og svarað um i-Size

Vit hava ein bilstól, sum er merktur við ECE 44-03 ella 44-04. Er hann lógligur?

Ja, hann er framvegis lógligur, og tit kunnu halda fram at nýta hann.

 

Vit skulu keypa nýggjan bil. Hvørjum skulu vit hyggja at?

Spyr á bilasøluni, um setur eru í bilinum, sum eru góðkend til i-Size-bilstólar. Tað er ein fyrimunur, um so er, tí so kunnu tit nýta allar bilstólar við i-Size-góðkenning framyvir. Tit kunnu eisini nýta bilstólar, sum eru merktir við ECE 44-04 ella 44-03 á setrum við i-Size-góðkenning.

 

Vit hava isofix-festi í bilinum. Kunnu vit nýta ein i-Size-bilstól?

Tað kunnu tit møguliga. Tað veldst um, um pláss er fyri honum. i-Size-bilstólar fylla ofta eitt sindur meira, so kannið, um pláss er fyri bilstólinum, áðrenn tit keypa hann.

 

Hvørjar støddir eru av i-Size-bilstólum?

Ein i-Size-bilstólur kann verða góðkendur innan fyri hæddarmørk, sum framleiðarin sjálvur ásetir og søkir góðkenning til. Ein i-Size-bilstólur kann t.d. verða góðkendur til børn millum 40-70 cm og í mesta lagi 24 kg.

 

Hvussu sær i-Size-góðkenningin út? 

Tú skalt leita eftir hesum frámerkinum: 

Frámerkið skal vera á sjálvum bilstólinum og í nýtsluvegleiðingini til bilin. Har skal eisini verða ásett, hvussu høgt barnið skal vera fyri at nýta bilstólin, og hvussu nógv barnið í mesta lagi kann viga. 

 

Eru i-Size-bilstólar tryggari enn aðrir bilstólar?

i-Size-bilstólar eru góðkendir út frá hægri trygdarkrøvum enn ECE 44-03 eller ECE 44-04. Kravt er t.d., at bilstólarnir skulu verða kannaðir fyri samanstoyt frá síðuni, og at pinkubilstólar skulu vera nóg stórir til at børn kunnu sita bakvent til tey eru í minsta lagi 15 mánaðir. Talan er í báðum førum um herda trygd. Tað merkir tó ikki, at verandi bilstólar eru vandamiklir ella ótryggir. 

 

Hvar kann eg keypa bilstólar við i-Size-góðkenning?

Enn eru ikki so nógvir i-Size-bilstólar komnir á marknaðin, so spyr á sølustøðunum.

 

Hví verður tað rópt i-Size?

I-ið í i-Size stendur fyri integral, sum merkir, at barnið verður spent við einum trygdarbelti, sum er sameint (integrerað) við sjálvan bilstólin og ikki við trygdarbeltið í bilinum. “Size” vísir á, at tað er hæddin á barninum, sum ger av røttu støddina á bilstólinum.

 

Ber til at nýta ein bilstól við i-Size-góðkenning í einum bili, sum ikki hevur isofix-festi?

Nej, i-Size-bilstólar kunnu bert nýtast í bilum við isofix-festum.