Tá tú keypir bilstól

Tað er týdningarmikið, at bilstólurin hóskar til einstaka barnið og júst tín bil. Tí verður mælt til at hava bæði barnið og bilin við, tá tú skalt keypa nýggjan bilstól. Roynið ymsar bilstólar fyri at finna tann, sum hóskar best.

 

Krøv til bilstólin

  • Barnið skal sita væl
  • Vektin hjá barninum skal hóska til bilstólin
  • Trygdarbeltið í stólinum skal sita rætt
  • Høvdið á barninum má ikki koma upp um kantin á stólinum

 

Góðkenning

Ein bilstólur skal vera góðkendur við ECE 44-03, ECE 44-04 ella við i-Size. Fastmonteraðir bilstólar hava góðkenningina ECE 44-05.

 

Keyp bilstól har, tú fært ráðgeving

Ferðslutrygd mælir til at keypa bilstól har, tú fært góða ráðgeving. Less til merkis, at bíligastu bilstólarnir ofta ikki veita eins góða verju sum teir dýraru. Tað kemst av, at teir vanliga ikki eru kannaðir fyri trygd í síðusamanstoyti. Talan er ikki um lógarkrav, men kann vera skilagott at hava í huga, tá tú velur ein bilstól.

 

Vraka bilstól, sum hevur fingið harðan stoyt

Hevur bilstólurin verið fyri hørðum stoyti ella partur í ferðsluvanlukku, verður mælt til at vraka bilstólin. Eisini hóast hann sær heilur út. Tann løsturin, sum bilstólurin hevur fingið, kann hava við sær at hann er viknaður og tískil ikki riggar eftir vild eina aðra ferð. Tað er ikki vist, at tryggingarfelagið vil endurgjalda, men Ferðslutrygd mælir til, at hann verður skiftur út kortini.