Djór í bili

Djór skulu, eins og folk, verða tryggjað, tá tey eru í bili. Ein leysur hundur, sum vigar 20 kilo, verður sendur fram við eini megi samsvarandi 786 kilo, tá ein bilur bráðsteðgar við 50 km/t. Tað kann kosta lív – bæði hjá hundi og ferðafólki.

 

Stórir hundar eiga at verða tryggjaðir í egnum flutningsbúri, sum stendur inn móti baksetrinum í viðførisrúminum. Stendur búrið á baksetrinum, skal tað vera væl fest.

 

Onnur djór í búri eiga eisini at vera í viðførisrúminum, har tey skulu setast so langt inn móti baksetrinum, sum til ber. Nýt ikki búr, sum legst saman, tí tey eru ikki trygg í samanstoyti.

 

Lítlir hundar og onnur djór í lítlum búri kunnu setast á gólvið framman fyri eitt av setrunum.