Eldri bilførarar

Eldri fólk eru vanliga betri bilførarar, enn tey bera orð fyri. Tey hava drúgvar royndir og eru ofta varin í ferðsluni. Tey verða eitt nú sjáldan tikin fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra omanfyri hámarksferðina. Ofta laga tey eldru koyringina eftir egnum førleikum við t.d. at sleppa sær undan at koyra í tættari ferðslu, myrkri, vánaligum veðri og við sum heild at koyra minni.

 

Sjúka og viknan, sum ofta eru partur av at eldast, kunnu tó ávirka atburðin í ferðsluni.

Avbjóðingarnar hjá eldri bilførarum kunnu m.a. vera:

  • Long viðbragdstíð (reaktiónstíð)
  • Versnað evni at meta um ferð og frástøðu
  • Viknað sjón og/ella hoyrn
  • Minni liðileiki
  • Versnað minni, serliga stutttíðarminni

 

Eldri fólk eru eisini meira viðbrekin og sostatt í størri vanda fyri at fáa mein, eru tey partur av ferðsluóhappi. Tí er skilagott at vísa atlit til eldri fólki í ferðsluni.