Nær eigur tú at gevast at koyra bil

Tey flestu duga sjálv at meta um, nær tey eiga at gevast at koyra bil. Tó er ein lítil, men vandamikil, bólkur av eldri bilførarum, sum ikki skilir ella góðtekur, at koyriførleikarnir ikki eru nøktandi, og at tað tískil ikki er ráðiligt hjá teimum at koyra bil longur.

 

Sjúkur sum t.d. minnisloysi (demens), Parkinson, sukursjúka og gikt kunnu ávirka førleikarnar at koyra bil. Ein (diagnosa) er tó ikki nóg gott grundarlag at gera av, um ein persónur kann koyra bil, men tað kann vera ein ábending um, at koyriførleikarnir skulu kannast. Tekur tú heilivág, sum er merktur við reyðum ávaringartríkanti, mást tú ikki koyra bil.

 

Hava fólk rundan um teg ampa av tíni bilkoyring, eigur tú at taka tað í álvara, tí tey vísa í roynd og veru umsorgan fyri tær. Í stuttum kann sigast, at tú eigur at gevast at koyra bil:

  • Um lækni ella løgregla meta tað
  • Um familjan biður teg um tað
  • Um onnur ikki tora at koyra við tær