Vanlukkur hjá eldri

Kanningar í grannalondum vísa, at eldri bilførarar sum heild eru lóglýdnari enn teir yngru, so hóast fleiri eldri bilførarar helst verða í framtíðini, er eingin orsøk at síggja fyri sær eina ræðumynd við fleiri ferðsluvanlukkum orsakað av gomlum.

 

Kanningar vísa eisini, at orsakirnar til vanlukkur hjá eldri bilførarum ofta eru tær somu:

  • Vanlukkur í krossvegum ella við skeivari staðseting í farbreyt
  • Brot á víki- ella steðgiskyldu
  • Mismeting av ferð ella frástøðu
  • Bilførarin hyggur ikki nóg væl fyri sær
  • Bilførarin reagerar ov seint
  • Vantandi viti hjá tí eldra. Viðkomandi er vorðin ússalig/ur í bilinum ella á annan hátt viknað/ur kropsliga ella sálarliga.

 

Eldri fólk fáa harumframt ofta álvarsligari mein, eru tey partur av eini ferðsluvanlukku, m.a. tí tey eru serliga viðbrekin.