80 ella 90 í Føroyum?

Millum manna verður ofta havt á lofti, at vegirnir í Føroyum eru so góðir og bilarnir tað sama, at hámarksferðin átti at verið sett upp í 90 km/t, har sýnið er gott og vegurin annars er góður. Landsverk greinaði møguleikan fyri hesum í 2008, og kom til hesar niðurstøður:

 

Vegirnir mugu verða tillagaðir

  • Verður avgerð tikin um at seta hámarksferðina upp um 80 km/t, mugu vegirnir lagast til broytingina. Gamaní eru føroysku vegirnir góðir, men sum er, eru flestir vegir ikki gjørdir til, at vit kunnu koyra skjótari enn 80 km/t á teimum. Trupulleikin er, at sjálvur vegabygnaðurin – t.e. geometriin, bugar og hall – er ikki gjørdur til tað.

 

  • Eitt tilmæli í ferðslutrygdarætlanini LEINKI er, at um ferðin skal verða omanfyri 80 km/t, skal vegastokkur (autoverja) verða settur millum akbreytirnar. Breytirnar mugu við øðrum orðum skiljast sundir, so at tað ikki ber til at yvirhála.

 

  • At breiðka ein veg, so pláss verður fyri eini autoverju í miðjuni, kostar umleið 5 milliónir krónur fyri hvønn km. Harafturat kemur autoverjan, sum kostar 1 millión fyri hvønn km. Sostatt hevði tað kostað til samans uml 150 milliónir kr, um vit t.d. skuldu lagað seks útvald vegastrekki til eina hámarksferð á 90 km/t. Tað hevði verið kostnaðurin fyri at breiðka vegin og seta upp autoverju.

 

Munur á 80 og 90

  • Vandin við at hækka ferðhámarkið úr 80 upp i 90 km/t er, at hugsandi er, at fólk so fara at koyra uppaftur skjótari. Hugsast kann, at nýggja hámarksferðin eisini kemur undir trýst, so at fleiri av teimum, sum í dag koyra 90, tá fara at koyra omanfyri 90.

 

  • Eisini er hugsandi, at ferðmunurin millum tey løttu/skjótu akførini og tey tungu/seinu fer at økjast, um hámarksferðin verður sett upp. Tað verður verri at yvirhála, tí at breytirnar verað sundurskildar, og trupulleikar kunnu standast av vegamotinum. Samstundis vísa kanningar, at ferðsluóhappini gersast álvarsligari, tá ið ferðin verður sett upp.

 

Vansarnir viga mest

  • Vansarnir við at hækka hámarksferðina eru sostatt nógvir. Tann størsti er, at óhappini gerast álvarsamari. Avleiðingarnar av at gera ein feil gerast størri. Harafturat verða sannlíkindini fyri óhappum størri. Eisini vera færri yvirhálingarmøguleikar, tí sýnið skal vera enn betri fyri at kunna yvirhála.

 

  • Fyrimunurin við at hækka hámarksferðina er, at tu sparir tíð, men í einum so lítlum landi sum okkara er avmarkað, hvussu nógv tíð er at spara í so máta. Sum dømi kann verða nevnt, at koyrir tú 90 km/t, heldur enn 80 km/t, sparir tú 5 sekund fyri høvnn koyrdan km. Sparda tíðin tilsamans fyri seks útvald strekki er góðar tveir minuttir. Millum Havnina og Klaksvík sparir tú til dømis hálvanannan minutt.

 

  • Samanumtikið eru fyrimunirnir við at seta hámarksferðina upp ikki so stórur, at teir kunnu viga upp ímóti vansunum. Og ivasamt er, um íløgurnar fyri at tillaga vegakervið til eina hámarksferð omanfyri 80 km/t standa mát við spardu tíðina.

 

  • Samanumtikið eru ráðini tí at minka trýstið á spitaran. Koyrir tú 80 heldur enn 90 km/t, minkar vandin fyri at doyggja av eini ferðsluvanlukku 60%. Tú kanst ikki verja teg móti øllum í ferðsluni, men tú kanst verja teg ímóti at koyra ov skjótt. Tað er títt val!

 

Les grein í fullum líki: WRRUUM – ferðhámark undir trýsti . Høvundur: Armgarð Steinhólm, verkfrøðingur og leiðari á Ferðsludeplinum. Ársfrágreiðing 2008 hjá Landsverki.