Góð ráð

1. Fylg við hámarksferðini

Verður tú steðgað/ur av løgregluni, nyttar ikki at umbera teg við, at tú ikki visti, hvussu skjótt tú kundi koyra.            

 

2. Hámarksferðin er eisini galdandi, tá tú yvirhálar

Minst til, at tað altíð er ein váði, tá tú yvirhálar. Koyrir bilurin framman fyri 2 km/t seinni enn tú, er skilabetur at lata vera at yvirhála.

 

3. Far heimanífrá í góðari tíð

Umframt ein nógv tryggari túr, kemur tú eisini fram uttan strongd. Tað týdningarmesta er ikki, nær tú kemur fram, men at tú kemur fram.

 

4. Fylg við ferðmálaranum

Áðrenn tú veitst av, koyrir tú skjótari enn tú grunar – so minst til at fylgja við.

 

5. 10 km/t ov skjótt sparir tær ikki tíð

Í einum lítlum landi sum Føroyum sparir tú millum sekund og fáar minuttir við at koyra skjótari, enn hámarksferðin ásetir. Minst til, at spardu sekundini standa ikki mát við váðan!

 

6. Vegur og veður

Koyr altíð eftir umstøðunum og líkindunum. Vegur og veður hava stóra ávirkan á, hvussu skjótt tú kanst koyra.

 

7. Brúka ferðpilotin

Hevur tú ilt við at halda hámarksferðina, kann tað vera góð hjálp at brúka ferðpilotin.

 

8. Hámarksferðin er eisini galdandi fyri nýggjar bilar

Tó at tú hevur stoytkoddar og aðra nútímans trygdarútgerð, skalt tú ikki halda, at hon tryggjar teg móti vanlukkum. Í nýggjum bilum hoyrist lítil gangur av motori, veðri og vegi, og verri verður at varnast ov høgu ferðina.

 

9. Koyr sinniliga og varðveit yvirlitið

Hygg at vegnum og ferðsluni og koyr róliga røttu megin hámarksferðina. Umframt at koyra tryggari, ansar tú samstundis eftir umhvørvinum og sparir pening.

 

10. Vel røttu síðuna av hámarksferðini!

Tað skal so lítið til.