Reglur og revsing

Tú skalt altíð koyra eftir umstøðunum og vísa fyrilit fyri øðrum. Harumframt eru onnur viðurskifti, ið tú altíð mást leggja uppfyri:

 

• Standin á vegnum, veðri og sýni

• Standin á bilinum

• Um tú hevur viðfestisvogn

• Ferslureglum annars

 

Koyr ongantíð skjótari, enn at tú kanst varðveita tamarhaldið á bilinum. Tú mást altíð vera før/ur fyri at steðga bilinum á tí strekkinum, ið tú sært. Harumframt mást tú hava stundir at steðga fyri eini og hvørjari forðing, ið kann koma fyri. Til dømis seyður kann leypa út á vegin, tá tú minst væntar tað.

 

Revsing

Brot á ásetingarnar um hámarksferð verður vanliga revsað við bót úr 500 upp í fleiri túsund krónur, umframt at talan kann gerast um klipp í koyrikortið, treytaða ella treytaleysa frádøming av koyrikortinum.

 

Stødd á bót

Støddin á bótini verður roknað eftir, hvussu nógv ferðin hevur verið, og um talan er um fjølbygt øki ella uttanfyri fjølbygt øki. Eisini eftir um talan er um persónbil og motorsúkklur ella bussar, lastbilar og vognrøð. Omanfyristandandi talva skal lesast soleiðis: Um ein persónbilur á landsvegi við hámarksferð á 80 km/t til dømis koyrir millum 30 og 39 % ov skjótt, er sektargjaldið 1500 kr

 

Fjølbygt øki

Í fjølbygdum øki má ferðin ongantíð fara upp um 50 km/t, og bótin verður ásett eftir, hvussu nógv ferðin hevur verið, sum liggur omanfyri 50 km/t. Gev gætur, at hámarksferðin í mongum førum í fjølbygdum øki er 30 km/t. Sí eisini brotið um klipp koyrikortið niðanfyri.

 

Uttanfyri fjølbygt

Uttanfyri fjølbygt øki má ferðin ongantíð fara upp um 80 km/t, og bótin verður ásett eftir, hvussu nógv ferðin hevur ligið omanfyri 80 km/t. Á ávísum økjum kann hámarksferðin vera niðursett, sum er lýst við skelting á staðnum. Ferðin má sjálvsagt ongantíð fara upp um ásettu hámarksferðina.

 

Klipp í koyrikortið

Klipp í koyrikortið verður givið, um tú í fjølbygdum, ella uttanfyri fjølbygt øki við persónbili ella motorsúkklu koyrir við 21 km/t ella meiri enn loyvdu hámarksferðina.

Brýtur tú hámarksferðina við meiri enn 30 km/t, fært tú treytaða frádøming og við meiri enn 50 km/t, fært tú treytaleysa frádøming av koyrikortinum.

Fyri koyring við bussi, lastbili og vognraði fært tú klipp í koyrikortið, um tú hevur koyrt við eini ferð, ið fer meira enn 15 km/t upp um loyvdu hámarksferðina, treytaða frádøming við meiri enn 20 km/t og treytaleysa frádøming, um ferðin fer upp um 40 km/t av loyvdu hámarksferðini.

Er talan um øki, har lægri ferðavmerking er ásett, verður klipp givið, um tú brýtur hámarksferðina við meiri enn 16 km/t og við meiri enn 20 km/t eina treytaða frádøming. Brýtur tú hámarksferðin við meiri enn 40 km/t, fært tú treytaleysa frádøming.

Les meira um klippikort