Vandi í mun til ferð

Vandin fyri vanlukku veksur munandi, tess skjótari tú koyrir. Eisini økist vandin alt eftir vegaskapi og umhvørvi annars. Hetta valdast millum annað um tal av mótkoyrandi bilum, síðuvegum, skeltum og fólki til gongu.

 

Hvat hendir í kroppinum, tá rent verður á?

Skaðin valdast fyrst og fremst um ferðina hjá bilinum.Tá bilurin rennir á okkurt, henda tríggir samanstoytir: 1) Bilurin rennir á  2) Kroppurin rennir á og   3) gøgnini renna á. Tó at bilurin steðgar, heldur kroppurin áfram við somu ferð, sum bilurin koyrdi, til hann verður loftaður av til dømis trygdarbelti ella rakar rútin/róðrið. Tá kroppurin steðgar, halda innaru gøgnini áfram, og um til dømis hjarta ella livur losna nóg nógv, doyr fólkið ella fær álvarsligar innaru bløðingar.

Ávirkanin á kroppin av samanstoytinum valdast eisini um, hvat slag av akfari tú ert í og vektina á lutinum, ið tú stoytir saman við. Tess størri akfari tú ert í, og tess minni hin luturin er, tess minni skaði á kroppin og øvut. Hetta orsakað av, at tann megin, sum stendst í samanstoytinum, og sum kann hava drepandi ávirkan á kroppin, lutvíst verður absorberað í tí akfarinum, sum tú ert í.

Tí eru fólk til gongu, sum ikki hava ein bil at taka megina í samanstoytinum, munandi viðbreknari enn fólk í bili. Eisini er greitt, at tað ikki er líka stórur vandi at doyggja í frontalum samanstoyti sum í síðusamanstoyti. Hetta tí at akfør eru bygd til at taka størri samansoyt við gronini enn við síðuni av billinum.

 

Smáar broytingar í ferðini ávirka váðan

Myndin vísir sambandið millum ferð og vandan at doyggja við ymiskum sløgum av samanstoytum, og um bilur rennir á fólk til gongu. Tá talan er um síðusamanstoyt og frontalan samanstoyt, er tað treytað av, at fólk í bilinum eru íbundin trygdarbelti.

Ferðin sæst á x-ásini, meðan vandin at doyggja sæst á y-ásini. Koyrir tú til dømis 80 km/t, og rennir á frontalt, fert tú upp til ljósagráa grafin, og kanst avlesa 30 % – sum vísir vandan at doyggja í slíkum samanstoyti.

Sjálvt lutfalsliga smáar broytingar í ferðini ávirka vanlukku- og skaðaváðan munandi. Koyrir tú 10 km/t ov skjótt, kann tað hava avgerandi týdning fyri, hvussu álvarslig vanlukkan verður.

 

Visti tú at:

Rennir tú á fólk til gongu við 40 km/t, er vandin hjá fólkinum til gongu at doyggja umleið 30 %. Rennir tú hinvegin á fólk til gongu við 50 km/t, er vandin umleið 70 %.

 

Hvat hendir, tá ferðin fer upp um 65-70 km/t?

Tað er ein sannroynd, at mark er fyri, hvussu nógva ferð kroppur okkara tolir. Koyrir tú 80 km/t og rennir á, so hjálpir trygdarútgerðin í bilinum ikki meira enn eitt vist. Tú fært kanska ikki løstir uttan, men tú kanst fáa álvarsligar innvortis løstir. Kanningar hava staðfest, at markið fyri, hvat likamið tolir liggur um 65-70 km/t. Í samanstoyti brástøðgar bilurin. Fólk í bilinum verða slongd framyvir, men verða afturhildin av bilbelti og stoytkodda. Gøgnini verða trýst frameftir, sum kann hava við sær álvarsligar løstir.

Keldur: vegvesen.no.

 

Smá brot munur millum lív og deyða

Danska Havaríkommissiónin hevur greinað hópin av deyðsvanlukkum í ferðsluni.  Greiningin vísir, at :

  • Sjálvt smá brot á hámarksferðina hava við sær, at vanlukkur hava við sær deyða.
  • Brot á hámarksferðina og ferð, har ikki verður koyrt eftir umstøðunum, er avgerandi fyri tal og vav á vanlukkum.
  • Tað er ikki bara, tá koyrt verður alt ov skjótt, at álvarsligar vanlukkur henda. Lutfalsliga lítil ferð og smá brot á hámarksferðina hava eisini lagnutungar avleiðingar

Kelda: sikkertrafik.dk

 

Samband millum ferð og vanlukkur

Ein samanumtøka av altjóða kanningum vísir sambandið millum broytingar í ferð og tali á deyðum. Niðurstøðan er, at

  • Fellur ferðin við 10 %, fellur talið á deyðum við 40 %
  • Økist ferðin við 10 %, økist talið á deyðum við 50 %.
  • Koyrir ein 90 km/t í staðin fyri 80 km/t, veksur váðin fyri at enda í deyðsvanlukku við 60 %

 

Kelda: www.toi.no umvegis Sikker Trafik