Avleiðingar av gáloysni

Tá tú sum bilførari fæst við ymiskt, ið ikki hevur við koyriuppgávuna at gera, kann tað hava við sær, at:

 

• Tú dugir verri at tulka ferðsluna

• Tín reaktiónstíð gerst longri

• Steðgilongdin gerst longri

• Tú gevur tær minni far um skelti, vegaavmerkingar og onnur í ferðsluni

• Tú gáar minni um síðuspegl og bakspegl

• Tínar róðurrørslur gerast óstorstligar

• Tú kanst missa tamarhaldið á bilinum og í ringasta føri koyra útav vegnum ella í mótkoyrandi farbreyt