Ferðslulógin um gáloysni

Í ferðslulógini eru ikki somu ítøkiligu reglur fyri gáloysni sum fyri til dømis ov høga ferð, rúsdrekkakoyring og trygdarbelti. Tó stendur:

 

Um nýtslu av handhildnari fartelefon:

§ 16b. Førari av akfari má ikki, meðan hann koyrir, brúka handhildna fartelefon.

 

Um ferðslu yvirhøvur

§ 23. Vegfarandi skulu hava fyrilit og vera ansin, so ikki øðrum gerst vandi, skaði ella ónáðir, og so ferðslan verður ikki tarnað ella órógvað meiri enn neyðugt er. Fyrilit skal eisini havast yvirfyri teim, sum búgva ella eru stødd við veg.

 

Um onnur brot

§ 59a Rætturin til at koyra tey í §59 nevndu akfør skal harumturat frádømast førara av slíkum akfari, um so er, at

1) hann við stórum fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí,

 

Bót fyri nýtslu av fartelefon

Bótin fyri at nýta fartelefon er 500 krónur.