Gáloysni í tølum

• Gáloysni er avgerandi faktor í umleið 30% av øllum ferðsluvanlukkum

• Mett verður, at vit í miðal eru gáloysin í 30% av koyritíðini

• Koyrir tú 80 km/t og hyggur at telefonini í 4 sekund, hevur tú koyrt 89 metrar í blindum.

• Koyrir tú 50 km/t og hyggur at telefonini í 4 sekund, hevur tú koyrt 56 metrar í blindum.

 

Føroyingar um gáloysni

• 51% av føroyingum tosa javnan í handhildna telefon, meðan tey sjálv koyra bil

• 24% av føroyingum skriva ella lesa javnan sms, meðan tey sjálvi koyra bil

• Menn tosa í størri mun enn kvinnur í handhildna telefon, meðan teir sjálvir koyra bil

• Ungfólk tosa í størri mun enn eldri í fartelefon, eins og tey í størri mun senda og lesa sms, meðan tey sjálv koyra bil

• Á stiga frá 1 til 10 meta føroyingar í miðal, at vandin av skriva ella lesa sms, meðan teir koyra bil liggur á 9,3, har tað vandamesta er 10

• Á stiga frá 1-10 meta føroyingar í miðal, at vandin av at hampa seg, t.d. spegla sær, greiða sær ella smyrja sær, liggur á 8,5

• 54% av føroyingum halda tað vera líka vandamikið sum rúsdrekkakoyring at koyra bil, meðan tey taka sær av børnum, t.d. rætta barni suttuna, mekla millum klandrandi børn og sissa børn, meðan tey sjálv koyra bil  

• 44% av føroyingum halda tað vera líka ella meiri vandamikið enn rúsdrekkakoyring at tosa í handhildna fartelefon, meðan tey sjálv koyra bil

 

Útvaldar talvur úr Gallupkanningini eru at finna her á síðuni undir Gáloysni/Gallup um gáloysni LEINKI TIL

Kelda: Føroysk Gallupkanning um órógv meðan koyrt verður, november 2011.