Góð ráð

Áðrenn koyritúrurin byrjar

Skilagott er at fyrireika ferðina, so tú verður sum minst órógvað/ur:

• Stilla útvarpið ella tendra fløguna

• Ber so í bandi, at børnini eru sissað og ikki keða seg

• Set telefonina ljóðleysa, um tú verður órógvað/ur av, at hon ringir

• Stilla GPS’aran

 

Meðan koyrt verður

Meðan tú koyrir, kann tað vera ymiskt, ið órógvar teg. Umráðandi er, at tú handfert hetta róliga:

• Ikki róta eftir lutum, sum tú missir – finn teir, tá tú ert komin fram, ella koyr á trygt stað fyrst.

• Um børnini órógva, koyr á trygt stað og sissa tey, áðrenn tú koyrir víðari.

• Ert tú ferðafólk: Hjálp bilføraranum at sleppa at koyra í frið.

• Mótmæl, um bilførarin lesur ella skrivar sms ellar tosar í handhildna telefon.

 

Fartelefonir

Tað er freistandi at hava fartelefonina tendraða, meðan tú koyrir. Men telefonin kann órógva teg óneyðugt. Brúka hana við varsemi:

• Brúka ongantíð handhildna telefon, meðan tú koyrir.

• Steðga á tryggum staði, um ein samrøða krevur títt uppmerksemi.

• Skriva ella les ongantíð sms, meðan tú koyrir.

• Set telefonina ljóðleysa, um tú ikki kanst lata vera at taka hana, meðan tú koyrir.