Hvat er gáloysni?

Gáloysni í ferðsluni er ein støða, har tú sum bilførari í eitt styttri ella longri tíðarbil ikki gáar um koyriuppgávuna orsakað av virksemi ella hendingum, sum eru óneyðug fyri koyringina.

 

Tað mesta av virkseminum inni í bilinum, ið hevur við sær gáloysni, er av slíkum slagi, ið tú kanst sleppa tær undan. Her verður hugsað um til dømis nýtslu av fartelefon, innstilling av útvarpi, GPS-útgerð, at eta/drekka, at roykja ella at leita eftir mistum lutum.

 

Tað eru tey, sum halda, at tað oftast er ymiskt uttan fyri bilin, ið tekur okkara uppmerksemi frá koyriuppgávuni. Veruleikin er hinvegin, at 70% av keldunum til gáloysni eru at finna inni í bilinum. Tískil er mangt, ið tú kanst gera til forða vandamiklum støðum ella vanlukkum. Sí Góð ráð.

 

Gáloysni kann koma fyri av mongum ymiskum, til dømis at tú:

• Tosar í telefon

• Stillar útvarpið ella GPS’aran

• Prátar við ferðafólk í bilinum

• Tendrar fløguspælaran ella útvarpið

• Sissar børn, ið larma

• Skrivar ella lesur sms

• Tosar við ferðafólk í bilinum um evni, sum krevur, at tú hugsavnar teg um tað

• Rættir barni suttuna á baksetrinum

• Ert strongd/ur og hevur tankarnar aðra staðni

 

Hesar støður økja munandi um vandan fyri vanlukku, tí tú reagerar ov seint og ov spakuliga í óvæntaðum støðum. Hyggur tú burtur frá vegnum, kann til dømis koma fyri, at tú ikki fært stundir at bremsa.

Kelda: DTU Transport, Institut for Transport: Distraktion i forbindelse med bilkørsel. Februar 2010.

 

Samanbering við rúsdrekkakoyring

Bilførarar, sum brúka handhildna fartelefon at skriva sms meðan teir koyra, eru líka gáloysnir sum bilførarar við rúsdrekkapromillu á 0,8. Hetta vísa simulatorroyndir gjørdar av bretska brúkarablaðnum, ‘Which?’.

 

Hendan niðurstøða verður váttað av samsvarandi australskari kanning. Hon hevði ta niðurstøðu, at lítið krevjandi samrøður við hondfríari útgerð svara til lógliga rúsdrekkapromillu (0,2). Krevjandi samrøður og tað at skriva sms svara til rúsdrekkapromillu á ávikavist 0,7 og 1.  

Kelda: Trygg Trafikk