Hví eru vit gáloysin?

Tað kann vera mangt, ið fær bilførarar at fáast við annað samstundis sum teir koyra bil, tó at teir vita, at tað er vandamikið. Tað kann vera:

• Keðsemi

• Tosti ella svongd

• Ynski um at avgreiða arbeiðsuppgávur

• Larmandi børn

• Sannføring um at teir altíð mugu vera tøkir á telefon og sms

• Møði

• Strongd

 

Mong royna at seta ferðina niður, meðan tey til dømis eta ella sms’a, men tað er ikki nóg mikið til at fyribyrgja økta vandanum fyri vanlukkum.

 

Sambært føroyskari Gallupkanning um órógv í bilinum, kenna føroyingar væl til at vera gáloysin í ferðsluni, tó at teir vita, at ein váði er í tí. 

 

Kanningar uttanlands vísa, at bilførarar meta um, hvussu stórur vandin er, í mun til hvussu nógv ferðslan og koyristøðan eru. Er til dømis ikki nógv ferðsla, meta summi, at so ber til at gera okkurt annað samstundis. Hetta gerst reiðiliga vandamikið, tá bilførarin metir skeivt og yvirmetir síni evni at gera annað, samstundis sum hann koyrir bil.

 

Tess meiri krevjandi tað er at gera annað enn at koyra bil, tess størri váði. Og øvut: Tess meiri tú hugsavnar teg um at koyra bil og ert klár/ur til óvæntaðar støður tess størri tryggleiki.