Møði í ferðsluni

Tað er sera vandamikið at koyra bil, um tú ert lin/ur. Møði er orsøk til ferðsluvanlukkur á hvørjum ári, men ilt er at siga neyvt, hvussu nógvar. Kanningar úr Svøríki benda á, at møði er ein táttur í umleið 4. hvørjari deyðsvanlukku.

 

Hvat sigur lógin?

Tað er bannað at koyra bil, um tú ert so lúgvað/ur, at tú ikki ert før/ur fyri at koyra á tryggan hátt. Hetta er eisini galdandi, um tú til dømis ert sjúk/ur, overvað/ur, ovvakin ella ávirkað/ur av heilivági. Hetta sambært § 15, stk. 2 í ferðslulógini. Brot á hesa áseting verður revsað sambæriligt við rúsdrekkakoyring.

 

Álvarsligar vanlukkur

Vanlukkur, har bilførari er ov linur, eru ofta sera álvarsligar, tí bilurin koyrir við óstýrandi ferð, eftir at bilførarin hevur latið eyguni aftur og er sovnaður.

 

Fá tær ein blund

Møði kemur sníkjandi, og kan brádliga  avmanna teg, meðan tú koyrir. Tí er sera umráðandi at taka tekin um møði í størsta álvara. Steðga bilinum á tryggum staði og fá tær ein blund á 15-30 minuttir, áðrenn tú koyrir víðari. Tað er tað einasta, sum hjálpir.