Fyribyrging av vanlukkum av møði

Tað besta er, um tú leggur koyringina til rættis, so tú sleppur undan at koyra, tá tú ert ov lin/ur. Men til eru eisini vegatøkniliga og teknologiskar loysnir, sum kunnu vera við til at fyribyrgja vanlukkum sum henda orsakað av møði:

 

  • Rumlifoyrur í vegjaðaranum og millum farbreytirnar, sum er bæði bílig og effektivur háttur at sleppa undan hesum slagi av vanlukkum.

 

  • Ávaringarskipanir í bilum, sum kunnu boða bilføraranum frá, um hann gerst linur, meðan koyrt verður. Tað kann til dømis vera varnari, sum skrásetir broytingar í ’blunkirefleksinum’ hjá bilføraranum, ella sum mátar broytingar í frástøðuni til vegjaðaran.

 

  • Uttanlands eru summastaðni autoverjur millum farbreytirnar, sum eisini forða fyri vanlukkum orsakaðar av møði.