Nær er vandin størstur?

Tekin hjá kroppinum um møði:

  • Tú geispar
  • Eygnalokini kennast tung
  • Tú minnist ikki seinastu minuttirnar og hevur ‘hol’ í minninum
  • Tú  hevur ilt við at lesa skelti og avmerkingar

 

Vandin fyri vanlukkum við møði er størst:

  • Tá tú hevur sovið minni enn 6 tímar
  • Tá tú hevur verið vakin í meira enn 16 tímar
  • Millum klokkan 3 og 5 um morgunin, tí kroppurin ‘heldur’, at tað er nátt
  • Á eintáttaðum vegastrekkjum
  • Um tú hevur náttararbeiði
  • Tá tú koyrir í nógvar tímar út í eitt uttan steðg. Eftir 8 tímar er váðin fyri vanlukku tvífaldaður
  • Um tú hevur drukkið rúsdrekka
  • Um tú líður av svøvnórógvandi sjúkum so sum svøvnkøvu (søvnapnø), snorkan ella svøvnloysi
  • Um tú hevur tikið heilivág, sum er vandamikil í ferðsluni so sum nerva- ella soviheilivág.

 

Kelda: Sikker Trafik