Sløg av gáloysni

Tað eru fýra sløg av gáloysni:

 Slag av gáloysni

 

 Frágreiðing

 Visuelt gáloysni

 Hygg

 Tá bilførarin hyggur burtur frá ferðsluni.

 Kognitivt gáloysni

 Heili

 Tá tankarnir hjá bilføraranum eru aðra staðni enn í ferðsluni.

 Motoriskt gáloysni

 Hond

 Tá bilførarin sleppur róðrinum við aðrari ella báðum hondum.

 Auditivt gáloysni

 Hoyr

 Tá bilførarin lurtar eftir øðrum enn ferðsluni.

 

Tey fýra sløgini av gáloysni standa ikki altíð einsamøll og koma fyri í ymiskum samansetinum, alt eftir hvat fer fram. Tað vandamesta er at hyggja burtur av vegnum, tí tá varnast tú ikki, um nakað hendir. Men onnur sløg av gáloysni eru eisini vandamikil, tí tað niðursetur reaktiónstíðina. Tess fleiri sansir, ið tú brúkar upp á annað enn at koyra bil, tess vandameiri er støðan. Tekur tú til dømis telefonina upp fyri at lesa eitt sms, verða tríggir sansir brúktir:

 

• Eyguni burtur frá ferðsluni

• Hondin burtur frá róðrinum

• Tankarnir burtur frá ferðsluni

 

Og tað er ikki trygt.