Spurt og svarað um gáloysni

- Spurningur: Hví er tað vandamikið at tosa í fartelefon, meðan ein koyrir bil?

– Svar: Tá tú tosar í telefon mást tú býta títt uppmerksemi millum at koyra bil og samrøðuna. Tí fært tú ikki hugsavnað teg líka nógv um bilkoyringina og ferðsluna rundan um teg, meðan tú tosar í fartelefon ella við ferðafólk.

 

- Spurningur: Er tað vandamikið hjá bilførara at tosa við ferðafólk í bilinum?

– Svar: Ja, tað kann tað vera. Vandin valdast, um samrøðan er einføld, ella í hvønn mun bilførarin má hugsavna seg um samrøðuna.

 

- Spurningur: Er nakar vandi við at brúka handfría telefon?

– Svar: Handfrí útgerð ger tað lættari at tosa leingi í telefon. Í so máta kann tað vera ein falskur tryggleiki, eftirsum bilførarin kann halda, at tað er trygt. Harumframt er onkur handfrí útgerð soleiðis háttað, at knøttarnir eru longur frá tær, og tað soleiðis gerst truplari at síggja teir. Tá gerst torførari at raka rættan knøtt, sum aftur hevur við sær, at tú í longri tíð hyggur burtur frá ferðsluni.

 

- Spurningur: Er einki gott við fartelefonum í ferðsluni?

– Svar: Sjálvandi eru fyrimunir við at hava fartelefonina við, tá tú koyrir bil. Hon kann hjálpa tær at samskipa tíni ørindi, so túrarnir gerast færri og styttri. Eisini kann hon hjálpa upp á strongd, um tú kanst boða frá, um tú ert seinkað/ur. Tú kanst skjótt boða frá eini vanlukku. Brúka tó altíð fartelefon við varsemi. Tað besta er at steðga bilinum á tryggum staði, meðan tú tosar í fartelefon.