Klippikortsskipanin

Klippikortsskipanin er ein skipan, har álvarslig brot á ferðslulógina verða revsað við klippi í koyrikortið. Klippikortið er galdandi fyri øll motorrikin akfør, sum koyrikort krevst til. Tú kanst eitt nú fáa klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt, ella um tú ikki bindur eitt barn undir 15 ár rætt í trygdarbelti. Klippikortsskipanin varð sett í verk í Føroyum í 2008.

 

Hvat er eitt klipp?

Fært tú eitt klipp í koyrikortið, verður tað skrásett hjá løgregluni. Klippið er galdandi frá tí degi, lógarbrotið varð framt og trý ár fram. Tá trý ár eru farin, verður klippið strikað. Umframt klipp í koyrikortið fært tú eisini eina bót fyri framda lógarbrotið.

 

Verður lógarbrotið, sum hevur við sær klipp í koyrikortið, framt í sambandi við eitt ferðsluóhapp, ella um brotið hevur sett onnur í vanda, ger rætturin av, um tú í staðin missir koyrikortið.

 

Fleiri klipp samstundis

Fremur tú fleiri brot á ferðslulógina samstundis, kanst tú fáa fleiri klipp samstundis. Brýtur tú t.d. hámarksferðina og yvirhálar við gonguteig, fært tú tvey klipp. Fremur tú trý lógarbrot, sum eru fevnd av klippikortsskipanini, samstundis, fært tú trý klipp, og koyrikortið verður frádømt treytað.

 

Fært tú t.d. fimm klipp samstundis, hava trý teirra við sær, at koyrikortið verður frádømt treytað. Fjórða og fimta brotið telja sum tvey klipp í einum nýggjum trý ára skeiði. Fremur tú seks brot samstundis, verður koyrikortið frádømt treytaleyst í eitt tíðarskeið, sum rætturin ásetir.

 

Revsing

Revsingin fyri lógarbrot, sum eru umfatað av klippikortsskipanini, kann vera, at koyrikortið verður frádømt treytað ella treytaleyst, ella at tú fært koyriforboð.

 

Fært tú trý klipp í koyrikortið í eitt trý ára tíðarskeið, verða tíni koyrirættindi frádømd treytað. Tað merkir, at tú skalt til eina eftiransandi koyriroynd innan tríggjar mánaðir fyri at varðveita koyrikortið.

 

Hevur tú havt koyrikort styttri enn trý ár, eru reglurnar herdar. Fært tú tvey klipp í koyrikortið innan trý ár, missir tú koyrikortið og fært koyriforboð. Tað merkir, at tú skalt til eina eftiransandi koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.

 

Alt eftir hvussu nógv lógarbrot, sum eru umfatað av klippikortsskipanini, tú fremur og út frá møguligum áður framdum brotum á ferðslulógina, kunnu tíni koyrirættindi eisini verða frádømd treytaleyst. Tú kanst fáa koyrirættindini aftur, tá frádømingartíðarskeiðið er farið, og tú hevur staðið eina eftiransandi koyriroynd.

 

Kelda: www.klippikort.fo

Les eisini