Klipp í koyrikortið

Tú fært klipp í koyrikortið fyri álvarslig brot á ferðslulógina, sum tó ikki í sær sjálvum hava við sær frádøming av koyrirættindunum, men sum kunnu vera vandamikil fyri ferðsluna. Klippikortið er galdandi fyri øll motorrikin akfør, sum koyrikort krevst til, tó ikki prutl.

 

Tú fært klipp, um tú:

 

  • brýtur hámarksferðina fyri lætt akfar við 21 km/t ella meira
  • brýtur hámarksferðina fyri tungt akfar við 16 km/t ella meira
  • koyrir framvið reyðum ljósi
  • koyrir við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar
  • koyrir vinstrumegin gøtuhólmar og ferðsluvitar
  • broytir farleið og støðu, fer frá vegjaðara ella skiftir farbreyt til vanda ella óneyðugan bága fyri onnur í ferðsluni
  • vendir ella bakkar til vanda ella bága fyri onnur í ferðsluni
  • brýtur ásetingar um yvirháling og forboð fyri yvirháling
  • økir ferðina, tá tú verður yvirhálaður
  • koyrir vandamikla slalom koyring og vandamikla framvið koyring í tættari ferðslu
  • yvirhálar við gonguteig
  • syrgir ikki fyri, at børn undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina
  • syrgir ikki fyri, at børn millum 8 – 15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu
  • koyrir við børnum undir 8 ár á motorsúkklu ella í síðuvogni hennara
  • koyrir í mótkoyrandi farbreyt ella fer um hindursstriku
  • brýtur ásetingar um víkiskyldu

 

Er eitt brot, sum er umfatað av klippikortsskipanini, framt í samband við eitt ferðsluóhapp, ella um brotið hevur sett onnur í vanda, ger rætturin av, um tú í staðin missir koyrikortið.

 

Les meira um einstøku brotini á www.klippikort.fo.

Les eisini