Koyriforboð

Klippikortið er strangari fyri nýggjar bilførarar, sum hava havt koyrikort styttri enn trý ár. Ert tú nýggjur bilførari, fært tú koyriforboð, um tú fært tvey klipp í koyrikortið innan fyri trý ár.

Fært tú koyriforboð, skalt tú lata koyrikortið frá tær. Tú kanst í fyrsta lagi koyra bil aftur, tá tú hevur:

  • havt sjey ástøðistímar og átta koyritímar hjá einum koyrilærara og
  • staðið eftiransandi koyriroynd, t.v.s. bæði ástøðisroynd og koyriroynd

 

Tú mást sjálv/ur rinda fyri frálæru og roynd.

 

Ásetingin um tvey klipp er galdandi, til tú hevur havt koyrikort í trý ár. 

Les eisini