Treytað frádøming

Ein treytað frádøming av koyrirættindunum merkir, at tú kanst varðveita rættin at koyra bil, treytað av at tú:

  • stendur eina eftiransandi koyriroynd, t.v.s. eina vanliga ástøðisroynd og eina koyriroynd, áðrenn tríggir mánaðir eru gingnir, síðani tú tók við dóminum ella vart dømd/ur.
  • innan komandi trý árini ikki brýtur ásetingar í ferðslulógini, sum hava við sær treytaða ella treytaleysa frádøming. Hesi trý árini eru sostatt at rokna sum royndartíð.

 

Fremur tú lógarbrot, sum hevur við sær treytaða frádøming, so verður koyrikortið frádømt treytaleyst í minsta lagi í seks mánaðir.

 

Stendur tú ikki eftiransandi koyriroyndina, verður koyrikortið tikið. Tú kanst í fyrsta lagi fáa koyrikortið aftur, tá tú hevur staðið bæði ástøðisroyndina og koyriroyndina.

Les eisini