Treytaleys frádøming

Treytaleys frádøming merkir, at tú missir rættin at koyra bil í eitt tíðarskeið, sum rætturin ásetir - í minsta lagi 6 mánaðir. Tá frádømingartíðarskeiðið er av, skalt tú standa ástøðisroynd og koyriroynd fyri at fáa koyrikortið aftur.

Tá tú hevur fingið koyrikortið aftur, hevur tú royndartíð í eitt tíðarskeið, sum rætturin ásetur (frá 3 árum og uppeftir).

 

Hvat er royndartíð?

Um tú í royndartíðini fremur eitt brot, sum vanliga hevði givið eina treytaða frádøming, so fært tú í staðin frádømt koyrikortið treytaleyst í minsta lagi 6 mánaðir.

Tað kann sostatt ganga long tíð frá tí, at tú fært eina treytaleysa frádøming, til talva tín er vaska fullkomiliga rein.

 

Les eisini