Rúsdrekka í ferðsluni

Rúsdrekka er ein hin fremsta orsøkin til, at fólk doyggja og fáa álvarsligt mein í ferðsluni. Umleið fimta hvør deyðsvanlukka í ferðsluni hendir orsakað av rúsdrekkakoyring.

Fært tú dóm fyri rúsdrekkakoyring, kann tað hava álvarsligar avleiðingar. Bæði fyri teg, fyri tína familju og fyri títt starv. Revsingin fyri rúsdrekkakoyring er tongd at, hvussu høg promillan er, og hvussu ofta tú áður hevur koyrt ávirkað/ur.

 

Les um revsing fyri rúsdrekkakoyring

 

Hvussu steðga vit rúsdrekkakoyring?

Tilrættislegging er besta loysnin. Semjist frammanundan um, hvør koyrir heim, ella latið bilin standa.

Varnast tú onkran, sum ætlar at koyra, hóast viðkomandi hevur drukkið, eigur tú at leggja uppí – eisini hóast tað kann vera trupult. Spyr eitt nú, um viðkomandi er vís/ur í, at hann/hon kann koyra, tú kanst bjóða tær til at ringja eftir einum taxa ella bjóða viðkomandi at gista.