Bøtur

1. ferð tú koyrir rúsdrekkakoyring

Promilla 0,21 – 0,80:        4.000 kr. í bót

Promilla 0,8 og hægri:      Sum 2. ferð og oftari – sí niðanfyri.

 

2. ferð (og oftari) tú koyrir rúsdrekkakoyring

Sektirnar/bøturnar fyri rúsdrekkakoyring verða ásettar sum ein netto mánaðarløn faldað við støddini á alkoholpromilluni, tó ongantíð minni enn 5.000 kr.

 

Dømi: Promilla 1,5 og nettoløn kr. 12.000:      12.000 * 1,5 = 18.000

 

Rúsdrekka- og Ferðsluskeið

Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst ella treytað vegna rúsdrekkakoyring, skal viðkomandi, áðrenn endurtøka kann fara fram, hava lokið R/F-skeið (rúsdrekka- og ferðsluskeið). R/F-skeiðið hevur 4 undirvísingareindir á 2 1/2 tíma yvir í minsta lagi 4 vikur. Møtiskylda er til allar undirvísingareindirnar. Eftiransandi koyriroyndin skal verða staðin í seinasta lagi eitt ár efir lokið R/F-skeið.

 

R/F-skeið er skeið við tí endamáli at herða tilvitanina um, at rúsdrekka og bilkoyring ikki hoyra saman. Her fær hin dømdi innlit og fatan av teimum likamligu og sálarligu viðurskiftunum, sum hava við rúsdrekka og ferðslu at gera. Eisini fáa luttakararnir hjálp til at leggja ætlan fyri, hvussu forðast kann fyri, at teir endurtaka rúsdrekkakoyringina.