Fyribyrg við plakat og skermmynd

Kanningar vísa, at nógv tey flestu sita saman við øðrum og drekka, áðrenn tey koyra ávirkað. Varnast tú onkran, ið ætlar at koyra ávirkað/ur, heita vit á teg um at leggja uppí. Tú kanst gera tað lættari við at skriva út A4-plakat, sum tú finnur í høgra bredda. Her er eisini er skermmynd, ið kann takast niður fyri seta á skermar í veitsluhøli, skúla ella arbeiðsplássi. 

Fyribyrg - Soleiðis koma tú og tínir vinir trygt heim:

  • Avtala áðrenn veitsluna, hvør koyrir heim
  • Ert tú vertur, bjóða eisini drykkir uttan alkohol
  • Skipa fyri flutningi heim til gestir ella bjóða teimum at gista

Legg uppí - Soleiðis steðgar tú tínum ávirkaða vini at koyra:

  • Sig, at tær dámar illa, at hann/hon koyrir
  • Royn at tosa hann/hana frá at koyra og tak møguliga billyklarnar
  • Fá onnur at hjálpa tær at tosa hann/hana frá at koyra
  • Ring eftir hýruvogni og læn honum/henni møguliga pening at gjalda við
  • Bjóða tær at koyra, um tú ikki hevur drukkið
  • Um hann/hon kortini koyrir – ring til løgregluna á 35 14 48

GG: Um tú forðar einum persóni at koyra ávirkaður, gert tú honum eina stóra tænastu.

 

Plakat og skermmynd