Hugburður RFF

Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til ymisk tiltøk fyri at minka talið av vanlukkum í ferðsluni, sum eru orsakaðar av rúsdrekka.

 

Rúsdrekka og koyring er hvør sítt. Við 0,2 promillumarkinum er greitt, at tá vit hava drukkið rúsdrekka ber ikki til at koyra bil. Hesum marki eiga vit at halda áfram við.

 

Hert løgreglueftirlit. Revsingin fyri rúsdrekkakoyring er herd, men tað hevur lítla ávirkan, um sannlíkindini at verða tikin eru lítil. Løgreglan eigur tí at hava økt tilfeingi til at gera rúsdrekkaeftirlit í ferðsluni. Tess sannlíkari tað er at verða tikin fyri rúsdrekkakoyring, tess fleiri halda seg frá at koyra ávirkað.

 

Alkolás. Mælt verður til, at møguleikin fyri at seta alkolás í bilar hjá alkoholmisnýtarum, sum eru dømdir fyri rúsdrekkakoyring, verður kannaður. Støða skal takast til, um hetta skal vera fyrstu ferð ein er dømdur, ella um tað skal vera 2. ferð og fylgjandi. Alkolásið fyribyrgir, at ávirkaðir bilførarar tendra bilin og koyra, tá teir eru ávirkaðir. Fólk, ið misnýta rúsdrekka ella vara av einum, verða mæld til av sínum eintingum at seta alkolás í bilin fyri at fyribyrgja rúsdrekkakoyring.

 

Frámæla alkotestarar. Alkotestarar til privata nýtslu er eftir ráðsins meting ikki nóg álítandi. Tað er vandamikið, um alkotestarin verður brúktur, tí bilførarin vil drekka upp til markið, heldur enn at halda seg edrúan. Hetta økir vandan fyri rúsdrekkakoyring. Alkotestarar kunnu geva falska trygd, um tú heldur teg koyra trygt og lógliga. Men promillan kann vera ávegis upp, tá tú tekur testina, og kann tí vera hægri, enn tá tú tókst hana. Ivast tú, um promillan er ov høg, lat tá bilin standa – eisini dagin eftir.