Promilla

Tá tú drekkur rúsdrekka, verður tú rúsað/ur. Rúsurin valdast, alt eftir hvussu høg promillan er. Promillan vísir, hvussu nógv alkohol tú hevur í blóðinum. Promilla merkir túsundapartur og verður skrivað  ‰. Er tín alkoholpromilla 0,5, merkir tað, at tú hevur 0,5 ml av alkoholi í hvørjum litri av blóði.

Promillan er tongd at ymsum viðurskiftum hjá tí einstaka, m.a.:

  • Vekt – Tess størri vektin er, tess meira alkohol skal til fyri at ávirka promilluna.
  • Kyni – Promillan hjá kvinnum ávirkast vanliga skjótari enn hjá mannfólki.
  • Alkoholniðurbróting – Hvussu væl megnar livurin at niðurbróta alkoholið. Evnisbrenningin hjá fólki er ymisk.

 

At máta promillu

Mest nágreiniliga mátið fyri alkoholpromilluna hjá einum persóni fæst við eini blóðroynd. Hevur løgreglan illgruna um, at ein persónur hevur drukkið ov nógv til at kunna koyra bil, verður blóðroynd tikin.

Í ferðsluni nýtir løgreglan tó eitt tól, eitt alkometur, sum kann máta, hvussu nógv alkohol er í útandingarluftini. Alkometrið kann vísa, hvør promillan hjá persóninum sannlíkt er. Vísir mátingin eina ov høga promillu, skal blóðroynd takast, sum kann vísa nágreiniligu promilluna.

Vanliga gongur ein løta, frá tí at løgreglan hevur mátað útandingarluftina, til blóðroyndin verður tikin á sjúkrahúsinum ella hjá læknanum. Tí verður skrásett, nær mátingin við alkometri varð gjørd. Tá blóðroyndin verður tikin, verður roknað út, hvussu nógv alkohol persónurin hevur brent, síðani hann blásti í alkometrið. Soleiðis kann promillan við handtøku ásetast.