Promillumark

Promillumarkið í Føroyum hevur síðan 2009 verið 0,2. Tað merkir, at um tú hevur smakkað tær á, eigur tú ikki at koyra bil. Orsøkin til, at markið ikki er sett á 0,0, er, at ávís sløg av heilivági og matur kunnu innihalda eitt vet av rúsdrekka og tískil ávirka promilluna.

Rúsdrekka hevur stóra ávirkan á vandan fyri ferðsluvanlukku. Hevur bilførarin smakkað sær á, verða m.a. sansir, rørslur og førleikar ávirkað at kalla beinanvegin.

 

Soleiðis ávirkar rúsdrekka likamið

 

Rúsdrekkakoyring í Føroyum

Kanningar vísa, at flestallir føroyingar siga seg taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring. Hagtøl hjá løgregluni vísa, at síðan promillumarkið varð flutt niður á 0,2 í 2009, er talið á teimum, ið eru tikin fyri rúsdrekkakoyring, lækkað munandi. Talvan niðanfyri vísir gongdina síðani 2005 (Kelda: www.politi.fo).

 

Ár

2005

2006

2007

2008

2009

2010

2011

2012

2013

2014

Tilburðir

160

179

199

165

140

99

115

126

117

105

 

Hóast talið er lækkandi, vórðu í 2014 í miðal tikin tvey fólk um vikuna fyri rúsdrekkakoyring. Vandin lúrir sostatt á føroysku vegunum, og rúsdrekkakoyring er framvegis ein hóttan móti ferðslutrygdini.

 

Hagtøl hjá løgregluni um rúsdrekkakoyring í Føroyum