Revsing

Revsingin fyri rúsdrekkakoyring valdast um hvussu høg promillan er, og hvussu ofta tú áður hevur koyrt ávirkað/ur. Tess hægri promilla og tess oftari tú hevur koyrt ávirkað/ur, tess harðari revsing.

 

1. ferð tú koyrir rúsdrekkakoyring

Promilla 0,21–0,5:            Treytað frádøming av koyrirættinum.

Promilla 0,51-1,20:           Frádøming av koyrirættinum í 1 ár. T.v.s. at tú missir rættin at koyra bil og kanst taka koyrikortið av nýggjum eitt ár eftir dómin.

Promilla 1,21–:                 Frádøming í 3 ár. T.v.s. at tú missir rættin at koyra bil og kanst taka koyrikortið av nýggjum 3 ár eftir dómin.     

Promilla hægri enn 2,0:     Kann geva fongsulsrevsing í 1 ½ ár.

 

Treytað frádøming merkir, at tú skalt taka koyrikortið av nýggjum. Tá tú verður innkallað/ur til royndina, verður koyrikortið latið Akstovuni. Stendur tú royndina, fært tú koyrikortið aftur. Stendur tú ikki, hevur tú einki koyrikort, men kanst sleppa til nýggja roynd nakrar dagar seinni.

 

2. ferð tú koyrir rúsdrekkakoyring

Promilla 0,21- 0,50:             Eingin rættarsiðvenja er fyri hesum enn – dómarin avger hetta.

Promilla 0,51 og hægri:        Frádøming í 5 ár.

 

3. ferð tú koyrir rúsdrekkakoyring

Promilla 0,21-0,50:               Eingin rættarsiðvenja er fyri hesum enn – dómarin avger hetta.

Promilla 0,51 og hægri:         Frádøming í 10 ár.

 

Møguleiki er fyri varandi treytaleysari frádøming, um førarin hevur framt eitt ella fleiri álvarsom koyrimistøk, at koyringin hevur ført til álvarsligan persónsskaða, ella um førarin áður hevur framt ferðslulógarbrot, soleiðis at ein varandi frádøming verður mett neyðug fyri rættarkensluna.

 

4. ferð (og oftari) tú koyrir rúsdrekkakoyring

Promilla 0,21 – 0,50:            Eingin rættarsiðvenja er fyri hesum enn – dómarin avger hetta.

Promilla 0,51 og hægri:        Treytaleys frádøming í 10 ár.