Rúsdrekkabrenning

Torført kann vera at meta um, nær ráðiligt er at koyra bil aftur, eftir at tú hevur drukkið. Tað er ymiskt, hvussu skjótt fólk brenna alkohol, og m.a. vekt og kyn spæla ein leiklut. Talvan niðanfyri vísir, hvussu langa tíð tað tekur at brenna eina alkoeind (ein genstand), alt eftir hvussu nógv tú vigar.

Ein alkoeind er 1,5 cl ella 12 g av reinum alkoholi. Tað samsvarar við ein pilsnara (33 cl) ella eitt glas av víni (12 cl).  

 

Vekt

Í minsta lagi

Í mesta lagi

50 kg

1 tími og 36 min.

2 tímar og 24 min.

60 kg

1 tími og 20 min.

2 tímar

70 kg

1 tími og 9 min.

1 tími og 43 min.

80 kg

1 tími

1 tími og 30 min.

90 kg

53 min

1 tími og 20 min.

100 kg

48 min

1 tími og 12 min.

 

Kelda: Sikker Trafik

 

Talvan vísir, at tað kann vera torført at halda skil á, nær tú ert koyrifør/ur aftur. Drekkur tú rúsdrekka til seint á nátt, ert tú møguliga ikki før/ur fyri at koyra, fyrr enn seint seinnapartin dagin eftir.