Soleiðis ávirkar rúsdrekka likamið

Tá ið tú drekkur rúsdrekka, ávirkar tað likamið og sansirnar, sum sostatt ávirkar tíni evni at koyra bil.

  • Sjónin versnar - Tú sært verri í myrkri ella í mjørka. Verður tú blindað/ur av mótkoyrandi bili, gongur longri tíð, til sjónin aftur er í lagi.
  • Viðbragdstíðin (reaktiónstíðin) leingist - Tú reagerar seinni í ferðsluni, og tað kann vera vandamikið.
  • Evnini at savna seg um eitthvørt versna
  • Økt bráðlyndi og aggressivitetur
  • Rørslur gerast klombrutar - Rørslur, sum vanliga eru róligar, gerast óstortligar, til dømis tá tú vilt bremsa ella venda.
  • Minnið versnar - Tú gloymir kanska at blinka, hyggja í síðuspegl, ella tú gloymir víkiskylduna.
  • Veruleikasansurin versnar - Tú yvirmetir tíni evni í ferðsluni.

 

Soleiðis ávirkar rúsdrekka likamið promillu fyri promillu

0,2 promilla - Eyguni hava ilt við at fokusera og umstilla seg frá ljósi til myrkur.

0,5 promilla - Tú kennir teg lættari ávirkaða/n. Evnini at fata støður eru verri og neyvar rørslur gerast truplari. Sjónarvíddin minkar.

0,8 promilla - Kropsligu samskipanarevnini versna og viðbragdstíðin (reaktiónstíðin) leingist.

1,0 promilla - Uppmerksemið og evnini at hugsavna seg vikna. Tú kennir teg lina/n og hevur ilt við at halda javnvágina.

1,5 promilla - Rørsluførleikarnir versna og trupult er at tosa. Tú hevur ilt við at minnast.

2,0 promilla - Tekin um eitran koma fyri, og sjálvstamarhaldið hvørvur.

3,0 promilla - Tamarhaldið á bløðruni hvørvur. Tú kanst fella í óvit og vera í lívsvanda.

4,0 promilla - Tú hevur mist vitið og ert í lívsvanda.

 

Keldur: Sikker Trafik og www.sundhed.dk