Rúsevni og heilivágur

Tekur tú rúsevni ella ávís sløg av heilivági, ávirkar tað førleikarnar at koyra bil og økir vandan fyri ferðsluvanlukkum. Tí er ólógligt at koyra, um tú ert ávirkað/ur.

 

Stimbrandi (stimulerandi) evni sum amfetamin og ecstasy gera, at tú gerst meira virkin og váðafúsari, har tú t.d. tekur kjansir og metir skeivt. Doyvandi (sløvandi) evni sum t.d. hash og heroin minka um títt uppmerksemi og reaktiónsevnini. Tað sama er galdandi fyri sterkan nerva- og svøvnheilivág og morfin. Tekur tú ymisk sløg av rúsevnum samstundis, ella blandar tú rúsevni ella heilivág við rúsdrekka, økist vandin fyri ferðsluvanlukkum enn meira.

 

Sært tú ein, ið ætlar at koyra ávirkað/ur:

  • Tosa hann/hana frá at koyra
  • Bjóða at læna pening til hýruvogn
  • Melda hann/hana til løgregluna, um hann/hon kortini koyrir. Tú kanst vera ónavngivin.
  • Koyr ongantíð við einum, ið er ávirkað/ur

 

Kelda: Sikker Trafik