Heilivágur og ferðsla

Tekur tú heilivág, ið er merktur við reyðum ávaringartríkanti, kann tað vera bæði vandamikið og ólógligt at koyra bil.

 

Hvat kanst/eigur tú at gera?

  • Fært tú sterkan pínudoyvandi heilivág ella nerva- ella svøvnheilivág (benzodiazepinir), skalt tú ikki koyra bil. Læknin metir um hvussu leingi.
  • Les altíð kunningarseðilin. Hann greiðir frá hjáárinum, og hvussu heilivágurin virkar saman við øðrum heilivági ella rúsdrekka.
  • Gev gætur, hvussu tú reagerar upp á heilivágin. Kennir tú teg dølska/n ella ávirkaða/n, lat tá bilin standa.
  • Blanda ongantíð rúsdrekka við heilivági, ið er vandamikil í ferðsluni. Bert eitt einstakt glas av øli ella víni økir munandi um doyvandi virknaðin.
  • Stórur munur er á, hvussu hvør einstakur reagerar av heilivági. Eisini er stórur munur, hvussu leingi heilivágurin virkar. Onkur heilivágur er skjótur úr likaminum, meðan annar virkar í fleiri dagar. Doyvandi virknaðurin valdast um ta nøgd, tú brúkar og hevur ofta sterkast virknað í byrjanini av viðgerðini.
  • Ivast tú, spyr læknan ella apotekið.

 

Heilivágur, sum er vandamikil í ferðsluni

Heilivágur, sum er vandamikil í ferðsluni, er ofta, men ikki altíð, merktur við einum reyðum ávaringartríkanti.

 

Heilivágur merktur við reyðum ávaringartríkanti

  • Sissandi og angistdoyvandi nerva- ella soviheilivágur (benzodiazepinir)
  • Koyri- og sjóverksheilivágur
  • Heilivágur móti vamli og ovurviðkvæmi
  • Ávís pínudoyvandi evni og hostiheilivvágur
  • Ávís vøddalinnandi evni
  • Evni móti epilepsi og migrenu
  • Stimbrandi evni sum amfetamin
  • Øll evni, sum innihalda meiri enn 10% av alkoholi

 

Heilivágur uttan reyðan ávaringartríkant, sum kortini kann vera vandamikil í ferðsluni

  • Heilivágur móti tunglyndi ella ávísum sálarsjúkum
  • Heilivágur móti hoyfepri, ovurviðkvæmi, sonevnd antihistamin