Kanning

Løgreglan kann kanna, um bilførari hevur nýtt rúsevni annaðhvørt við at kanna eyguni ella við at taka eina roynd av spýtti.

 

Roynd av eygnarørslum

Ert tú ávirkað/ur av rúsevnum, reagerar eygað øðrvísi enn vant. Summi sløg av rúsevnum fáa sjónopnuna (pupilluna) at minka. Onnur sløg fáa sjónopnuna (pupilluna) at gerast sera stóra. Uppaftur onnur gera, at eygað reagerar seint upp á ljós, og nøkur sløg gera, at tú fært reikandi eygnarørslur. Mong sløg av rúsevnum geva fleiri av hesum eyðkennum samstundis.       

 

Ein einføld roynd av eygunum kann geva løgregluni eina greiða ábending um, hvørt ein persónur er ávirkaður og av hvørjum:

  • Stødd á sjónopnuni (pupilluni) verður kannað við pupillumetri
  • Lýst verður í eygað fyri at síggja reaktiónina
  • Bilførarin skal fylgja einum penni ella fingri við eygunum, meðan hann verður fluttur til síðuna.

 

Løgreglan hevur altíð heimild til at fáa bilførarar at gera hesa roynd, eins og teir kunnu krevja, at allir blæsa í alkometur.  Bendir royndin á, at bilførarin er ávirkaður av rúsevnum, verður blóðroynd tikin hjá lækna. Innihaldið í blóðroyndini verður brúkt sum próvførsla.

 

Roynd av spýtti ella sveitta

Løgreglan kann eisini brúka eina sonevnda roynd av sveitta ella spýtti. Royndin reagerar, um tað eru spor av heroini, morfini, amfetamini, ecstasy, kokaini og so framvegis í sveitta ella spýtti. Bendir royndin á, at tú er ávirkað/ur av rúsevnum, verður blóðroynd tikin hjá lækna. Innihaldið í blóðroyndini veður brúkt sum próvførsla.