Reglur fyri heilivág í ferðsluni

Sterkur pínudoyvandi heilivágur og benzodiazepinir

Tekur tú sterkan pínudoyvandi heilivág ella nerva- ella svøvnheilivág (benzodiazepinir), er vandin 2-3 ferðir so stórur fyri, at tú ert fyri ferðsluóhappi. Ert tú í viðgerð við slíkum heilivági, verður tú so mikið ávirkað/ur, at tað samsvarar við eina promillu millum 0,6 og 1,2.

Nógvar avmarkingar eru viðvíkjandi koyring, um tú fært sterkan pínudoyvandi heilivág ella benzodiazepinir. Fylg ávísingunum frá læknanum.

 

Annar heilivágur

Tekur tú annan heilivág, sum kann vera vandamikil í ferðsluni, og tú tekur heilivágin sambært leiðbeining frá lækna, kanst tú vanliga koyra bil. Treytin er sjálvsagt, at tú kanst koyra bil á tryggan hátt. Ávirkar heilivágurin koyriførleikarnar, skalt tú lata bilin standa.

 

Ert tú í iva, spyr læknan ella á apotekinum.

 

At koyra trygt

Ert tú so troytt/ur, sjúk/ur ella ávirkað/ur, at tað ávirkar koyringina, eigur tú ikki at koyra bil. Hetta er eisini galdandi, hóast tú tekur heilivág sambært resept.

 

Hevur løgreglan illgruna um, at tú ikki koyrir trygdargott, kanst tú verða kannað/ur hjá lækna. Niðurstøðan hjá læknanum kann vera, at tú:

  • ikki ert ávirkað/ur
  • ert ávirkað/ur í lítlan mun
  • ert ávirkað/ur í miðal mun
  • ert ávirkað/ur í stóran mun
  • ert rúsað/ur

 

Les um møði í ferðsluni.