Reglur fyri rúsevni í ferðsluni

Tað er ikki loyvt at koyra ávirkað/ur av rúsevnum. Tað er ikki loyvt at hava dusandi (euforiserandi) evni í blóðinum. Hetta merkir, at ikki er loyvt at koyra bil, um blóðið hjá tær inniheldur rúsevni, sum eru flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina. 

 

Hámark

Ásett er eitt hámark (nullmark) fyri hvørt einstakt evni. Hámarkið verður brúkt, tá blóðroyndir verða greinaðar í sambandi við rættarmál. Er innihaldið av virknum evni í blóðinum undir hámarkið, er royndin negativ. Er innihaldið hægri enn hámarkið, er royndin positiv, og tú verður ákærd/ur fyri at hava brotið hámarkið.

 

Rúsevni umfatað av hámarki

  • Amfetamin (speed)
  • Kokain
  • Cannabis (Hash, marihuana, pot)
  • LSD
  • Ecstasy
  • Heroin
  • Soppar, sum innihalda psilocin og psilocybin
  • Khat
  • Poppers (amylnitrit)
  • GHP (fantasy)
  • Morfin
  • Metadon
  • Benzodiazepiner

 

Hvussu leingi kann hash verða ávíst í blóðinum?

Tað er innihaldið av virknum evnum í blóðinum, THC, sum verður mált, tá ávísast skal, um ein bilførari er farin um hámarkið í mun til hash/cannabis. THC kann ávísast í nógvar tímar ella dagar, eftir at tú hevur tikið tað – hvussu nógv valdast um, hvussu tú hevur tikið tað og nøgdina.

 

Óvirkna niðurbrótingarevnið av cannabis eitur THC-sýra. THC-sýra kann verða ávíst í eini landroynd heilt upp í fleiri vikur, eftir at tú hevur tikið cannabis. Mátingin av THC-sýru í landinum verður tó ikki brúkt sum prógv at vísa á, at farið er um hámarkið.

 

Heilivágur

Ávís sløg av heilivági hava í sær dusandi (euforiserandi) evni. Pínudoyvandi heilivágur kann eitt nú hava morfin í sær, og nerva- og svøvnheilivágur kann innihalda benzodiazepinir. Tekur tú slíkan heilivág, kanst tú bara koyra bil, um tú heldur teg til ávísingar frá læknanum í mun til bilkoyring. Læknin kann eitt nú viðmæla, at tú bara koyrir bil eitt ávíst tíðarskeið ella eitt ávíst tímatal, eftir at tú hevur tikið heilivágin.

 

Fylgir tú ikki tilráðingunum frá læknanum, um tú t.d. tekur meira heilivág enn ávíst, ella um tú koyrir bil, hóast læknin hevur frámælt hesum, so kanst tú verða skuldsett/ur fyri at fara um hámarkið. Koyrir tú bil eftir at hava tikið heilivág við dusandi (euforiserandi) evnum, og læknin ikki hevur ávíst heilivágin, verður tú skuldsett/ur fyri at fara um hámarkið.

 

Les meira um heilivág og ferðslu.

 

Kelda: Sikker Trafik