Rúsevni ávirka ferðslutrygdina

Vandin fyri at gerast partur av ferðsluvanlukku veksur munandi, um tú koyrir ávirkað/ur av rúsevnum. Ymisk rúsevni ávirka likamið ymiskt. Summi rúsevni virka doyvandi (sløvandi), meðan onnur gera okkum váðafús. 

 

Evni, ið ávirka tilviskuna kunnu býtast í :

  • Stimbrandi (stimulerandi) evni
  • Doyvandi (sløvandi) evni
  • Rúsevni, ið geva sansahvørvingar (hallucinatiónir)

 

Stimbrandi evni

Stimbrandi evni gera teg virknari, tú kennir ikki møði og gerst meira váðafús/ur, tú tekur kjansir og metir skeivt, sum hevur við sær størri vanda fyri ferðsluvanlukkum.

 

Dømi um stimbrandi evni eru:

  • Amfetamin (speed)
  • Kokain
  • Ecstasy og ymisk sløg av syntetiskt framleiddum rúsevnum, sonevnd ’designerdrugs’. Nøkur av hesum kunnu hava við sær sansahvørvingar (hallucinatiónir).

 

Doyvandi evni

Doyvandi evni hava við sær viknað uppmerksemi og versnað samskipanarevni og evni at reagera, sum hevur við sær størri vanda fyri ferðsluvanlukkum.

 

Dømi um doyvandi evni eru:

  • Cannabis (hash, marihuana, pot)
  • Heroin, morfin, metadon (opiodir)
  • Annar sterkur pínudoyvandi heilivágur
  • Sovi- og nervaheilivágur (benzodiazepinir so sum stesolid)
  • GHB (fantasy)

 

Evni, ið geva sansahvørvingar (hallucinatiónir)

Evni, ið hava við sær hallucinatiónir, tað vil siga eina ranga veruleikauppfatan, økja vandan fyri ferðsluvanlukkum.

 

Dømi um evni, ið geva sansahvørvingar (hallucinatiónir):

  • LSD
  • Ávís ’designerdrugs’
  • Ávísir soppar og kaktus

 

Kelda: Sikker Trafik