Seyður á vegnum

Flestu bilførarar hava roynt tað: Tú koyrir 80 km/t og heldur teg hava yvirlit yvir støðuna, og so brádliga loypur seyður inn á vegin, og tú megnar akkurát at koma framvið uttan at gera skaða á teg ella onnur. Helst hevur tú eisini møtt leysum neytum á vegnum.

 

Ikki skerst burtur, at bæði seyður og stórdýr eru atvoldin til ferðsluvanlukkur, og tað vísa eisini hagtøl hjá løgregluni og tryggingarfeløgum. Mong halda seyðin vera størsta vandan í føroysku ferðslutrygdini. Tó er higartil eingin deyðsvanlukka skrásett at vera orsakað av dýrum. Hetta er tó við fyrivarni, tí orsakirnir til óhapp kunnu sjalvsagt vera fleiri, og í føroyskum ferðsluhagtølum er tíverri ikki altíð skrásett ella staðfest, hvørjar orsakirnar til ferðsluvanlukkur eru. Harumframt hava vit sokallaðu einaóhappini, har eingin veit, hvat hendi í vanlukkuni, tí eingi vitni eru, og bilførarin er deyður.

 

Koyra bilførarar eftir umstøðunum, kunnu teir minka um vandan at renna á seyð. Men trupulleikin við seyði á vegnum er, at sama hvussu varin ein bilførari er, og í hvønn mun hann koyrir við hóskandi ferð, so er ógjørligt altíð at vara seg fyri, at seyður brádliga loypur út fyri bilin. Tá tað so er mjørki, myrkt ella hált, hava bilførarar so at siga ongan møguleika at fyrbyrgja at renna á seyð og onnur kríatúr.

 

Í 2009 gjørdi Landsverk eitt djúptøkið arbeiði, har drúgv orka varð løgd í at greina og loysa málið, hvussu farast skuldi fram við at hegna vegir av og áseta, hvør hevði ábyrgd av hesum. Høvuðsvegakervið er 150 km. Við seyðasmogum og hegni metti Landsverk kostnaðin fyri at seta upp hegn og smogur við høvuðsvegirnar til 30 mió. kr. Harumframt kemur viðlíkahaldið av hegni.

 

Tíverri eydnaðist ikki at koma til eina loysn, sum vegamyndugleikin og bóndur kundu semjast um.