At geva seyði við vegirnar

Nógva staðni er tað vanlig sjón at síggja fólk, sum geva seyði hoyggj og kraftfóður, við landsvegirnar. Seyðurin kennir væl bilarnar hjá teimum, sum mata, og kemur tvísporandi úr øllum ættum. Eisini síggjast ofta bøndur spræna tøð fram við vegnum, sum hevur við sær, at nógvur seyður er við vegin har á leiðini, tá ið gróðurin kemur.

 

Eigarar, sum helst vilja geva seyði sínum beinleiðis úr bilinum, ala við hesum óhepna framferðarhátti sín seyð inn í ferðsluna, sum er stak óheppið fyri ferðslutrygdina.