Hvat kanst tú gera?

Sum bilførari kanst tú koyra eftir umstøðunum. Har tú veitst, at kríatúr ganga leys, kanst tú alla tíðina hyggja eftir vegnum og økinum fram við vegnum. Ver klár/ur at bremsa, um seyður kemur út á vegin. Ver serliga varin, tá tú koyrir í lembingini: Standa ær og smálamb hvør sínu megin vegin, og bilur kemur millum teirra, grettir næstan ikki, at lambið spelar tvørtur um vegin til ærina

 

Í mykri og mjørka er ilt at vara seg, men tú mást sum minsta mark vera varug/ur við ferðina og halda hámarksferðina.