RFF um seyð á vegnum

Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd halda vit eisini, at tá vit hava eina hámarksferð á 80 km/t, so samsvarar tað illa við, at seyður gongur á vegnum. Vit eiga ikki at bíða at gera nakað við hetta, til ein álvarslig vanlukka hendir.

  • Vit mæla til, at vegamyndugleikin og Búnaðarstovan saman finna eina dygdargóða loysn, og at stikað verður fram við vegunum, og seyðasmogur verða gjørdar, so at ferðsla og kríatúr verða skild hvørt frá øðrum
  • Samstundis má loysn finnast fyri ábyrgd fyri viðlíkahaldi av stiki og seyðasmogum

 

So leingi sum hetta ikki er fingið upp á pláss, kann minkast um vandan  við:

 

  • At ávaringarskelti um seyð verða sett upp við vegjaðaran, har seyðahús og seyðasmogur eru
  • At seyður, neyt og ross fáa endurskin um beinini
  • At hoyggj og kraftfóður verður ikki givið fram við vegnum
  • At tæðað ikki verður fram við vegnum